Vit kunnu eisini bjóða ferðaløgum við sílaveiðufólki, rossafólki, ella øðrum bólkum, at yvirnátta í marglætis húsvognum, sum vit hava til endamálið.

Í hesum húsvognum er pláss fyri 14 fólkum. Húsvognarnir hava allar nýmótans hentleikar, so sum miðstøðuhita, gólvvarma, baðirúm við brúsu, komfýr við grill, steintoy og so sjálvandi dýnir v.m.. Sjónvarp við DVD spælara er eisini ein sjálvfylgja. Ja, tygum nýtast bara tandbust at hava við.

Prísir at yvirnátta í húsvogni á Lómundaroyri
Húsvognur:
Adria 552 UK
Prísur/dag 1.000 kr.

Húsvognur:
Adria Classica 743 UP Flex. (Luxus)
Prísur/dag 1.200 kr.



Leigutreytir:
Komutíð : Aftaná kl. 14.00 ella eftir avtalu.
Fráferð : Áðrenn kl. 11.00 ella eftir avtalu.
Um ikki annað er avtalað, er leigumálið grundað á, at leigarin sjálvur ger reint eftir sær og at húsvognurin er í sama standi tá leigumálið er liðugt.
Eyka kostnaður fyri reingerð: 800 kr.