Upplivið náttúrina á rossabaki
Eisini ber til at uppliva stórslignu náttúrina á rossabaki. At ferðast í hesum vakra umhvørvi, á okkara góðu og vinarligu íslandsrossum er nakað heilt serligt.

Túrarnir er ymiskir av longd, og kunnu skipast júst til tykkara tørv. Ross okkara eru spøk og løtt at umgangast, soleiðis at tit ikki nýtast at verða roynd reiðfólk. Alt hetta verður gjørt í samarbeiði við Ríðiskúlan hjá Hera. Starvsfólk og ross hava drúgvar royndir við óroyndum reiðfólki.

Hetta er ein góður møguleiki at njóta várið og summarið saman við familju, vinfólkum ella starvsfeløgum.
