Saman við okkum ber til at uppliva vøkru og óspiltu náttúruna í Vestmanna til gongu.

Ongantíð áður er náttúran norðanfyri Vestmanna sýnd fram, og hetta halda vit er sera spell. Tí hava vit avgjørt at bjóða fólki gongutúrar við staðkendum fólki í fjøllunum omanfyri Vestmanna.

Hetta er ein sera góður møguleiki at koma burtur frá larmi og strongd, fyri at njóta løtuna og friðin - ein kensla av vælveru fyri likam og sál. Ímynda tær fríska lotið og heiðafuglin láta, meðan tú gongur gjøgnum grøna grasið, við tí einastandandi sjónini av fjøllum og dølum. Hetta má upplivast ! Sum nakað heilt serstakt, eru vit so heppin, at tvey lómapør búgva og spæla sær har um leiðir.
Umframt hetta, so verða túrar gjørdir til grannabygdirnar Hvalvík og Saksun. Eisini er møguleiki, at fara gongutúr norður í Dalar, har kendi rithøvundurin Heðin Brú helt nógv til, og fekk íblástur til manga verkætlan.
Allir túrarnir verða gjørdir við staðkendum fólki, sum kenna bæði náttúruna og søguna runt Vestmanna.
Túrarnir verða gjørdir eftir avtalu og skulu minst 10 persónar verða til hvønn túrin.
Matpakki er eisini íroknaður hvønn túrin.