Fisking og frítíð        [Admin]  
       
    

 

    
 
   Sílaveiða

 

Á Lómundaroyru og Frammi á Vatni har okkara náttúruvøkru vøtn liggja, hevur tú møguleika at koma heilt burturúr tínum ofta rokaliga gerðandisdegi. Her eru ongar fartelefonir, sum kunna órógvað teg, njótið bara friðin og hoyrið vøkru heiðafuglarnir, sum har vitja. Sleppast kann ikki undan at leggja til merkis lómapørini, sum har spæla sær á vatninum. Hetta má upplivast.

 

 

Seinastu 15 árini hevur ikki verið loyvt at fiska í vøtninum, orsakað av smittuvanda fyri smoltalingina har. Nú er so avtalað gjørd, soleiðis tað aftur er loyvt at fiska í teimum, tó treytað av, at øll fiskiútgerð verður sóttreinsað áðrenn brúk. Útgerðin til sóttreinsing er fingin til vega, og er tað ein mild blanding av sóttreinsingarevni, ið útgerðin ikki tekur skaða av.

Eiga tit ikki tráður, ja, so er møguleiki fyri at leiga sær fiskiútgerð frá okkum.

 

 

Vøtnini innihalda stóran stovn av alabogasílum og bleikum. Nakað væl av laksi er eisini at fáa.

 

 

Prísir fyri fiskikort:

Vaksin kr. 300,- um dagin fyri hvørja tráðu.

Børn kr. 150,- um dagin fyri hvørja tráðu.

Avsláttur verður givin, um tit eru fleiri saman, og um tit búgva í okkara húsvognum.

Ringið ella skrivið okkum ein teldupost og hoyrið nærri.