Vit halda til í tí stórslignu náttúruni omanfyri Vestmanna, á Lómundaroyri. Heini á Heygum, ið hevur verið bóndi her í 41 ár, rekur hetta frítíðarvirksemið saman við konu síni Poulinu og soninum Hjalgrími. Harafturat eru fleiri onnur hjálpafólk, sum eru sera fryntlig og røsk at taka eina hond í.

Familjan hevur rikið henda garð í 41 ár og hevur eisini havt alivirksemi á vøtnunum við Lómundaroyri í fleiri ár. Hetta ger, at júst hendan familjan hevur drúgvar royndir innan náttúru og sílaveiðu, og er tí júst tann rætta at hjálpa tykkum, at fáa tykkara dreymafrítíð.
